- Eg havi altíð verið treiskur. Um fólk ikki halda eg dugi okkurt, so havi eg sagt, at eg skal vísa teimum. Tey eru nógv, ið hava funnist at mær. Eg havi tó aldrin skilt hví fólk hava trongdina at niðurgera onnur. Men eg havi sett mær fyri, at eingin skal køva mína rødd. Eg havi nakað at siga, og eg trúgvi upp á tað.
Tað sigur sigur Heiðrikur á Heygum, sum um vikuskiftið vann FMA virðislønina fyri besta sangara innan popp/rokk.
Í longri samrøðu við Vikuskiftis-Sosialin tosar listamaðurin um sína yrkisleið innan list, um hví so leingi hevur verið millum báðar fløgurnar og um hvat drívur hann sum listamann. Millum annað sigur hann, at hann tráar eftir hvørki pengum ella viðurkenning.
- Hetta handlar nevniliga ikki um pengar og viðurkenning, men at fáa míni ting út. Tað at vera kendur sigur mær einki. Um tað var tað eg ynskti, so hevði eg fari í X-factor. Men tað hevur ikki mín áhuga, sigur Heiðrikur á Heygum.
Les alla samrøðuna við Heiðrik á Heygum í Vikuskiftis-Sosialinum, ið fæst til keyps í sølubúðum kring landið.