Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar skrivaði á heimasíðu síni í gjár, at tey høvdu hoyrt frá limum, ið vóru farin niður í løn, nú tá lønarútgjaldið kom fyri desember.
Hetta hendi hóast felagið hevur kunngjørt, at tað í samband við nýggja sáttmálan tryggjaði eina lønarhækkan til limirnar. Fakfelagið ger eisini á heimasíðuni greitt, at um nakar limur er komin í hesa støðu, so skulu tey senda felagnum eitt avrit av lønarseðlinum skjótast til ber, so at felagið kann tryggja, at limirnir verða plaseraðir rætt í lønarstiganum, tí nýggi sáttmálin ásetir, at eingin skal hava lønarmiss í samband við flytingina yvir á nýggja lønarstigan.
Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, upplýsir fyri Miðlahúsinum, at trupulleikin í hesum førinum eru tvinnir.
- Tann eini parturin handlar um, at yvirflytingina yvir í nýggja lønarskalan fór at gera mun á teimum gomlu og nýggju útbúgvingunum. Tað eru nøkur, ið hava gomlu útbúgvingina, ið liggja á einum lægra lønarstigi samanborið við tey, ið hava nýggju útbúgvingina. Har er ein munur, ið hevur skapt ónøgd millum nakrar limir. Í útgangsstøðinum kann onkur teirra fara niður í løn, tí onkur viðbót er lækkað, men so muga vit hyggja eftir tí, tí sáttmálin staðfestir, at eingin skal hava lønarmiss, sigur Óluva í Gong.
Hin orsøkin til, at nøkur eru farin niður í løn, er at onkrir feilir verða altíð gjørdir, tá stórar broytingar verða gjørdir við einum stuttum skotbrái.
- Man hevur flutt øgiliga nógv fólk, øgiliga skjótt, so har eru feilir í. Nøkur hava fingið ov nógv og nøkur hava fingið ov lítið. Men semjan ásetir, at í samband við yvirflytingina til nýggja lønarkarmin, so skal tað henda uttan lønarmiss. Tí eru vit noydd, saman við Fíggjarmálaráðnum, at hyggja eftir hvørjum einstøkum máli, sigur Óluva í Gong.