- Tað er ikki haldbart, at bjargingarskipini vera løgd í seinnu helvt av árinum. Hetta er nakað, sum skil má og skal fáast á. Vit hava ferð eftir ferð víst á hetta hjá myndugleikunum - landsstýri og løgtingi - og aðrastaðni við.
Tað sigur Føroya Fiskimannafelag í síni ársfrágreiðing.
- Okkara visjón er, at vit sum samfelag seta okkum sum mál, at á sjónum skal eingin doyggja ella koma álvarsliga til skaða. Hetta er ein sonevnd null-hugsjón við fyrimynd í tí, sum Ráðið fyri Ferðslutrygd hevur sett sær fyri.
Felagið vísir á, at havið er eitt álvarsmál, sum skal takast í størsta álvara.
Føroya Fiskimannafelag vísir á, at fyri nøkrum árum síðan varð kanning gjørd sum vísti, at øll trygdarviðurskifti umborð á føroyskum skipum eru ikki í lagi, og at manningarnar gera ov fáar trygdarvenjingar.
- Tað eigur at vera ein sjálvfylgja, at trygdin hjá fiskimonnum til eina og hvørja tíð - og í eini og hvørjari støðu - hevur allar hægstu raðfesting, sigur Føroya Fiskimannafelag.