Eingin skal doyggja

Herfyri kom Ráðið fyri Ferðslutrygd fram við boðskapinum um 0-hugsjónina.

Endamálið við hesi hugsjón er, at vit mugu alsamt betra um ferðsluumhvørvið, so at menniskjanslig mistøk ikki enda við vanlukku, har onkur má lata lív ella koma álvarsliga til skaða.


Ferðslutrygd sigur, at aðaltátturin í Null-hugsjónini er, at vit eiga als ikki at góðtaka, at mannalagnur syndrast orsakað av ferðsluni. Hetta er so sjálvsagt, kunnu vit siga, tí hetta eru vit øll samd um - serliga tá tað snýr seg um okkum sjálv og okkara nærmastu. Men rætt er tað: Vit hugsa øðrvísi, tá vanlukkan rakar onkran annan ? tá verða vit ikki so ávirkað.


Við Null-hugsjónini verður roynt at broyta henda hugburð. M. a. verður spurt, hvussu vit kunnu koma okkum - bert at hava eina Null-hugsjón galdandi fyri okkara nærmastu!


Null-hugsjónin ásannar, at tað slepst ikki undan, at óhapp og vanlukkur henda - tí uttan mun til, hvussu væl útbúgvin og upplýst vit menniskju eru, so koma vit altíð at gera mistøk.


Tí mugu vit alsamt betra um ferðsluumhvørvið, so at menniskjanslig mistøk ikki enda við vanlukku, har onkur má lata lív ella koma álvarsliga til skaða.


Tá ið ein maskina á einum arbeiðsplássi verður mett at vera vandamikil, verður bann sett fyri at nýta maskinuna.


Ikki verður sami framferðarháttur verður nýttur, tá ið talan er um ferðsluumhvørvið. Vit kenna øll okkurt vandamikið vegastrekki, har t.d. bilverja átti at verið, so at bilar ikki fara omanav vegnum. Men vera hesi stongd fyri ferðslu til bilverjan er gjørd?


Nei, av eini hvørjari orsøk verður hildið, at tað er nógmikið at upplýsa um vandan og at biða fólk um at vera varin.


Ein av mongu táttunum í Null-hugsjónini er tí, at vit skulu síggja ferðsluna sum eitt arbeiðspláss. Og er "arbeiðsplássið" ikki trygt, eigur tað at verða stongt, til ábøtur eru gjørd