Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, sigur, at ein starvsbólkur í løtuni arbeiðir við at kanna, hvussu endurvenjingin um landið kann skipast betri.
- Í løtuni er endurvenjingin løgd út á tríggjar partar, á kommununar, á Almannaverkið og á sjúkrahúsverkið. Vandin í hesum er, at ein borgari kann detta niður í millum, tá hann skal skifta frá einum veitara til ein annan, alt eftir hvussu hann flytir seg í skipanini.
Arbeiðssetningurin hjá starvsbólkinum er at kanna, hvussu hetta kann upplivast sum ein tænasta, sigur Eyðgunn Samuelsen og dylir ikki fyri, at nýggja endurvenjingarmiðstøðin hjá Almannaverkinum kann spæla ein týðandi leiklut í hesi loysnini.
Í bólkinum sita umboð fyri Kommunufelag Føroya, Almannamálaráðið, Heilsumálaráðið og Almannaverkið. Bólkurin skal vera liðugur við arbeiðið í juni.
Eyðgunn Samuelsen sigur eisini, at arbeitt verður við at menna ein tænastupolitikk fyri fólk, við serligum avbjóðingum.
- Sum nú er veitir Almannaverkið endurvenjing við tí fyri eiga, at fáa fólk virkisfør aftur og gjarna út í arbeiðslívið. Tey, sum ikki kunnu gerast betri av endurvenjing, men kortini hava tørv á tí, fyri ikki at gerast verri, fáa einki slíkt tilboð sum er, sigur landsstýriskvinnan.
Tí hevur hon nú sett ein arbeiðsbólk at kanna, um ikki slík viðlíkahaldsvenjing átti at verið ein partur av almenna tilboðnum og eitt tilboð til búfólk á stovnum.
- Hóast eingi útlit eru fyri, at hesi skulu koma út á arbeiðsmarknaðin aftur við venjing, so vil viðlíkahaldsvenjing møguliga seinka teirra afturgongd. Uttan slíka viðlíkahaldsvenjing gerast tey, við slíkum tørvi, eisini tyngri fyri skipanina, so ein nýggjur tænastupolitikkur kann vera lønandi fyri landið, sigur hon.
Les meiri um málið og um nýggju hjálpartóla- og endurvenjingarmiðstøðina hjá Almannaverkinum í Sosialinum, sum kom út í dag.