Sum vit hava skrivað áður í morgun, bar Strandfaraskipið, Hasfjord, við land í Skopun í morgun. Strandferðslan er nú í ferð við at senda fólk til Skopunar at kanna støðuna, eftir at Hasfjord fekk maskinskaða á veg úr Skopun í morgun, so at motorurin steðgaði.
##med2##
Hilmar Eliaasen, stjóri á Strandferðsluni váttar í eini stuttari viðmerking, at Hasfjord fekk motortrupulleikar á veg úr Skopun í morgun so at hann misti maskinorkuna.
##med3##
Hann hevði onga ferð á, men hann bar við land í grótkastinum, men hann stóð ikki fastur. Ein útróðrarbátur kom til hjálpar og sleipaði Hasfjord til bryggju, har hann nú liggur. Samstundis hevur Strandferðslan tikið hann úr sigling fyribils, men hvussu leingi tað varar, veldst alt um, hvussu støðan er og tað er hetta, Strandferðslan nú hevur sent fólk til Skopunar at kanna.
Hilmar Eliasen sigur, at manningin hevur kannað skipið, men har er eingin skaði at síggja. Men tað er óvist, nær hann verður settur í sigling aftur.