Eingin sjóvarfalsorka á hesum sinni

Tað verður ikki undir núverandi samgongu, at farið verður undir orkuframleiðslu í Haraldssundi. Tað er greitt aftaná at Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsu- og innlendismálum, hevur svarað skrivligum fyrispurningi frá Óluvu Klettskarð, løgtingskvinnu fyri Tjóðveldi, um møguleikarnar fyri at brúka Haraldssund til sjóvarfalsorku.


- Í løtuni er tað neyvan skilagott hjá SEV ella tí almenna at fara undir orkuframleiðslu í Haraldssundi. Men um fyritøkur ella granskingarstovnar hava áhuga at gera og rinda fyri slíkar royndir, er greiða niðurstøðan í svarinum frá landsstýriskvinnuni.


Tingkvinnan spurdi eisini, um nakrar mátingar eru gjørdar av streymviðurskiftunum í Haraldssundi áðrenn byrgingin kom, og annars um hvørjar royndir hava verið gjørdar við sjóvarfallsorku í Føroyum.


Sambært landsstýriskvinnuni, so er tað einans ein roynd gjørd við sjóvarfallsorku í Føroyum, og var tað fyritøkan Sp/F Atlantsmyllan, ið hevði eina verkætlan í Vestmannasundi. Tann verkætlanin bar tó ikki á mál, tí náttúrukreftirnar vóru størri enn væntað.


Landsstýriskvinnan upplýsir tó, at SEV í løtuni arbeiðir við eini verkætlan saman við útlendskari fyritøku.


- SEV hevur eisini samstarvað við kendu fyritøkuna VOITH, sum framleiðir vatnorkuturbinur. Ein avtala er gjørd, sum miðar eftir at royndarkoyra eina sjóvarfalsturbinu í Føroyum, men enn er hetta lítið ítøkiligt.


Tað er tó lítið sannlíkt, at ein slík verkætlan verður roynd í Haraldssundi, tí útrokningar vísa, at tað neyvan verður fíggjarligt burðardygt, umframt at neyðuga tøknin ikki er tøk, skrivar Sirið Stenberg í svarinum.


- Út frá mátingum, sum vórðu gjørdar, áðrenn sundið varð tipt og teimum modellútrokningum, sum fyriliggja, er rákið í minna lagi til, at tað verður fíggjarliga burðardygt at lata Haraldssund upp við orkuframleiðslu fyri eyga.


- Men mest av øllum verður mett, at tøknin ikki er til staðar, og tað fara at ganga ár, áðrenn til ber at fáa til vega turbinur, ið tola og halda til baldruta umhvørvið, og sum kunnu framleiða el til kappingarførar prísir.