Eingin sjónvarpsróður

Oddagrein

 

Flestu føroyingar hava áhugað fyri tjóðarítrótt okkara - kappróðrinum. Og fólk í teimum bygdum, sum hava bátar í fremru røð, ganga við lív og sál upp í róðurin. Tað sóu vit, tá bátsmanningarnar úr Klaksvík komu norður, eftir at hava vunnið tríggjar føroyameistaraskapir. Á keiuni vóru eini 1000 fólk og fagnaðurin var stórur. Vit kunnu siga, at í dag er kappróðurin eitt høvuðssamtaluevnunum í Klaksvík, nú KÍ ikki hevur klárað seg væl í 1. deild í ár.


Nú stundar móti ólavsøku, og vit kunnu ikki koma uttan um, at við serligum spenningi bíða fólk eftir ólavsøkukappróðrinum. Hann er líkasum krúnan á verkinum. Í hesum róðrinum skulu bátsmanningarnar gera sítt ítarsta og geva tað seinasta, tey eiga. At vinna á ólavsøku er næstan tað saman sum at gerast føroyameistari.


Væl verður fylgt við frásøgnini í útvarpinum, men tað hevur kortini verið ein saknur, at vit ikki hava kunna sæð kappróðurin á sjónvarpsskýggjanum eisini. Nógv hevur verið funnist at Sjónvarpi Føroya, tí sjónvarpið hevur ikki sent fótbolt, og bara nøkur stutt kut frá kappróðrinum í fleiri ár.


Tað var tí gleðiligt fyri tey mongu, sum annaðhvørt ikki eru á ólavsøku, ella sum ikki hava møguleika at fara oman á Tingganes ella út á Molan, tá tað frættist millum manna, at sjónvarpið í ár fór at senda kappróðurin á Havnarvág. Men tann gleðin var stokkurt, tí fyrradagin frættist, at bæði Róðrarsambandið og ÍSF siga nei. Orsøkin er hon, at tað skerjir inntøkumøguleikarnar hjá Havnar Róðrarfelag. Hetta er ein andsøgn, tí fyri stuttum samtykti ÍSF eina áheitan á sjónvarpið um at senda kappróður.


Hinvegin er einki at ivast í, at HR missir inntøku, so tann grundgevingin er skillig úr sjónarhorninum hjá HR. Men vit kunnu eisini seta spurnartekin við, hvussu áskoðaraaviðurskiftini eru. Ikki skerst burtur, at tey eru vánalig.Tey, sum kunnu troðka seg fram á fremstu røð á Molanum ella á Tinganesi, síggja nakað, men tað er avmarkað, hvussu nógv fólk síggja. Tí eru tað nógv, sum slettis ikki fara til kappróðurin. Hinvegin, er veðrið gott, so fara fólk at hyggja og hitta fólk, vinir og kenningar. Men spell, at fólk kring landið - og sjálvandi fólk í Havnini eisini - ikki fáa høvið at síggja róðurin á ólavsøku, nú Sjónvarp Føroya hevði búgvið seg til at senda ólavsøkuróðurin.