Eingin sigur til føroyingarnar

Fremad Amager og Vejle hava í kvøld bæði verið í dysti í næstbestu donsku deildini

Tveir dystir hava í kvøld verið í næstbestu donsku deildini, har fleiri føroyskir leikarar dagliga hava sína gongd.

 

Fremad Amager, sum hevði Heina Vatnsdal við frá byrjan, spældi í kvøld á útivølli móti Nykøbing FC. Tað sá leingi út til at Fremad Amager skuldi fáa ein sigur í tí dystinum, men móti endanum av dystinum eydnaðist tað Nykøbing FC at javna, soleiðis at støðan endaði 1-1. Hin føroyski leikarin hjá Fremad Amager, Bárður Jógvansson Hansen, var ikki við á liðnum í kvøld. Hann hevur drigist við ein minni skaða í seinastuni, og sat eisini yvir hjá Fremad Amager seinasta vikuskiftið.

 

Í hinum dystinum sum varð spældur í kvøld, spældi Vejle á útivølli móti Skive. Viljormur Davidsen var sum vant á liðnum hjá Vejle allar 90 minuttirnar, sum heldur skuffandi taptu 1-0 á útivølli móti Skive.

 

Sum heild er næstbesta danska deildin í løtuni merkt av at liðini eru serstakliga jøvn, har tað bert eru seks stig ímillum tað fremsta liðið og tað næstaftasta í deildini. Einasta liðið sum er orduligur eftirbátur er AB, sum liggur langt aftast í deildini.