Tað er ringur sjógvur við stórari aldu vestanfyri. Í Skopun er brim, og tað hevur verið mett at vera óðmannaverk at sigla út og inn á Pollinum. Soleiðis sær úr í Skopun, tá tað leikar harðast á.

Eingin sigling um Skopunarfjørð fyribils

Síðan Sandoyartunnilin varð skotin ígjøgnum í síðstu viku, hevur Sandoyggin hesa vikuna næstan mist sambandið við meginlandið.

Tað er ringur sjógvur við stórari aldu vestanfyri. Í Skopun er brim, og tað hevur verið mett at vera óðmannaverk at sigla út og inn á Pollinum. Soleiðis sær úr í Skopun, tá tað leikar harðast á.

Í gjár var eingin sigling um Skopunarfjørð, og í morgun er heldur eingin sigling - fyribils. Sambært heimasíðuni hjá SSL í morgun verður hugt eftir, hvussu líkindini verða seinni í morgun, og siglt verður við Teistanum úr Skopun klokkan 10.30, um viðrar.

 

Leygarkvøldið, sunnukvøldið og mánakvøldið vóru avlýsingar við Teistanum, og hóskvøldið í hesi vikuni verða eisini avlýsingar á kvøldtúrunum, vegna tekniskt arbeiði. 

 

Hann hevur verið útnyrðingur í ættini, og tað er ringur sjógvur við stórari aldu vestanfyri. Í Skopun er brim, og bæði mánakvøldið, allan dagin í gjár og í morgun hevur tað verið mett at vera óðmannaverk at sigla út og inn á Pollinum í Skopun.

 

Tað er ringt veður um landið, í morgun eru eisini fleiri leiðir hjá Bygdaleiðum avlýstar.

 

Eingin sigling er millum Sand og Skúvoy við Sildberanum, tí Skúvoyarfjørður stendur allur í einum andarisi. Útnyrðingur er ring ætt vestan fyri, men ættin roynist betur á øðrum farleiðum eystari, har skip hjá SSL sigla.

 

Tað eru nógv fólk, sum dagliga ferðast úr Sandoynni og inn á meginlandið til arbeiðis, og her er nógvur vøruflutningur - við bæði fiski, olju, posti og farmi annars.

 

Onkur hugsar ivaleyst, at síðan seinasta skotið varð latið av í Sandoyartunlinum í síðstu viku, hevur Sandoyggin - í nakrar dagar - mest sum mist sambandið við meginlandið, og í hesum døgum eru tað mong, sum gleða seg eyka nógv til tunnilssambandið.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Tað er ringur sjógvur við stórari aldu vestanfyri. Í Skopun er brim, og tað hevur verið mett at vera óðmannaverk at sigla út og inn á Pollinum. Soleiðis sær úr í Skopun, tá tað leikar harðast á.