Hóast umsóknarfreistin var úti í februar, so er enn eingin føroyskur sendimaður settur í Reykjavík. Sambært Útvarpinum, so komu 15 umsóknir inn áðrenn 26. februar, sum var evstamark. Og seinni komu einar tvær ella tríggjar afturat. Fimm umsøkjarar eru valdir burturúr, men enn er so eingin teirra settur í starvið. Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóri, sigur við Útvarpið, at tað hevur tarnað setanini, at tað eina tíð ikki var púra greitt, hvat slag av sendistovu talan er um. Hon leggur tó afturat, hetta nú er greitt, og at starvið verður sett fyrsta dagin.










