Mikumorgunin varð farið undir semingsroyndina, nú Starvsmannafelagið og Fíggjarmálastýrið enn ikki eru komin ásamt í royndunum at gera nýggjan sáttmála partanna millum.
Tað eru Jógvan Amondson og Alfred Petersen, sum aftur hesa ferð skulu royna at mýkja partarnar, men við evstamark okkara var framvegis einki at frætta frá samráðingunum.
Slíkar semingsroyndir kunnu taka upp í tvey samdøgur, so tað kann væl ganga nakað av tíð afturat, áðrenn eitt semingsuppskot verður lagt fyri partarnar.
Sáttmálin hjá Starvsmannafelagnum gekk út 1. oktober. Starvsmannafelagið hevur áður boðað frá, at tey sum minsta krav vilja hava eina regulering, sum svarar til inflatiónina seinasta hálva triða árið. Fíggjarmálaráðið hevur hinvegin sagt, at tey vilja hava eina sonevnda null-loysn.