Eingin sáttmáli um nýggjárssending

Hóast tað nú bara eru tríggir yrkadagar eftir til nýggjársaftan, so er framvegis eingin sáttmáli undirskrivaður millum Kringvarp Føroya og tey, sum skulu gera nýggjárssendingina

 

Hóast tað nú bara eru tríggir yrkadagar eftir til nýggjársaftan, so er framvegis eingin sáttmáli undirskrivaður millum Kringvarp Føroya og felagið ella persónarnar, sum skulu gera stóru sendingina í sjónvarpinum nýggjársaftan.

 

Tað var tann 15. november, at Dia Midjord, kringvarpsstjóri, boðaði frá, at Kringvarpið hevði gjørt avtalu við privat felag um at gera nýggjárssendingina. Sosialurin bað sama dag um innlit í sáttmálan, men hevur enn ikki fingið svar. Hósdagin – aftan á at Sosialurin eftir fleiri rykkjarar hevði kært Kringvarpið bæði til Mentamálaráðið og Løgtingsins Umboðsmann fyri bort á lógina um alment innlit, svaraði Dia Midjord, at partarnir enn ikki hava skrivað undir sáttmálan.

 

Sosialurin vildi hava at vita, hvør privati veitarin var, hví Kringvarpið hevði valt júst hendan veitaran, og um hví ella um aðrir veitarar høvdu havt møguleikan at bjóða upp á sendingina. Og hvussu nógv Kringvarpið rindar fyri sendingina.

 

Men Kringvarpið hevur ikki svarað. Ein almennur stovnur sum Kringvarpið hevur skyldu at svara innan 10 yrkadagar eftir, at umbøn um innlit er send. Hetta veit Kringvarpið, tí Kringvarpið hevur fleiri ferðir kært aðrar almennar stovnar fyri brot á júst somu reglu, sum Kringvarpið brýtur, tí at at fíggjarlig áhugamál hjá stovninum og eisini hjá ávísum starvsfólkum í Kringvarpinum, sum gera privat arbeiði í arbeiðstíð hjá Kringvarpinum, eru upp á spæl.

 

– Ein trupulleiki kom tvørt fyri, segði Dia Midjord, sum tí ikki vil geva Sosialinum innlit enn.

 

Kortini arbeiða ávís starvsfólk í Kringvarpinum við fullari ferð at fyrireika sendingina. Í morgunsendingini hósdagin greiddi Høgni í Jákupsstovu frá, at hann, saman við Elini Henze í Stórustovu, Rúna Friis Kjær og 20-25 øðrum arbeiða við at fyrireika sendingina.

 

Tað framgekk ikki, um Høgni í Jáupsstovu svaraði sum journalistur í Krinvarpinum ella um hann svaraði sum privatur vinnurekandi. Tað var Bergljót Debes Henzte, sum gjørdi samrøðuna við Høgna í Jákupsstovu – har nógvir relevantir spurningar, sum áttu at verið settir, ikki vóru settir.

 

Um tað var tí, at Bergljót Debes Hentze er mamma Elina í Stórustovu, sum sambært Høgna í Jákupsstovu er ein av privatu fyrireikarunum av sendingini, skal verða ósagt. Men sum lurtari og kringvarpsgjaldari stendur tú spyrjandi og ivast í, hvat endamálið var við innslagnum. Var tað fyri at "privati veitarin" hjá Kringvaprinum skuldi kunnu selja fleiri lýsingar?

 

Frá Mentamálaráðnum hevur Sosialurin fingið at vita, at Mentamálaráðið ger ikki meira við kæruna frá Sosialinum, tí at Dia Midjord hevur lovað at senda Sosialinum øll neyðug skjøl, so skjótt tey eru undirskrivað.

 

Seinast vóru atfinningarnar millum annað, at handilsmenn og politikarar kundu keypa sær pláss í sendingini. Eitt nú betalti Poul Michelsen sum handilsmaður til sendingina. Hann luttók sum floksleiðari í panelinum, har Høgni í Jákupsstovu var spyrjari. Altso í mun hinar floksformenninar hevði Poul Michelsen goldið journalistinum í Kringvarpinum pengar privat. Í morgunsendingini hósdagin kom fram, at nú hava Klaksvíkar Kommuna og Tórshavnar Kommuna eisini keypt sær senditíð í privatu nýggjárssendingini í almenna Kringvarpinum.

 

Í kjakinum í Løgtinginum í síðstu viku segði Gunvør Balle, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, at »skrekkeksemplið frá í fjør má ikki endurtaka seg«. Hon meinti við nýggjárssendingina. Løgtingið feldi uppskotið frá Gunvør Balle og Rigmor Dam um at barga Kringvarpinum við at frítaka kringvarpsgjaldið fyri meirvirðisgjald og samstundis taka rættin til at selja lýsingar frá stovninum.

 

Staðfestast kann, at »skrekkeksemplið frá í fjør« verður endurtikið. Staðfestast kann eisini, at kringvarpsleiðslan ikki virðir rættin hjá øðrum miðlum til alment innlit, og staðfestast kann eisini, at Mentamálaráðið góðtekur, at Kringvarpið útveitir nýggjastsendingina til ávísan útvaldan privatan veitarara uttan nakra skrivliga avtalu og uttan at onnur fáa møguleikan at bjóða – og mest av øllum uttan at kringvarpsgjaldarin fær at vita, hvør avsendarin av nýggjárssendingini er – og hvørji privat fíggjarlig áhugamál hjá ávísum starvsfólkum í Kringvarpinum eru aftan fyri sendingina, sum hyggjarin annars longu hevur goldið fyri.