Eingin samanlegging enn

Tórshavnar Býráð gjørdi eina kúvending í málinum um at leggja kommunufeløgini saman í eitt

SAMANLEGGING

Leo Poulsen

leo@sosialurin.fo


Umboð fyri teir báðar kommunufelagsskapirnir, Kommunuskipan Føroya og Føroya Kommunufelag, hava samráðst um stovnan av nýggjum kommunufelag, ið skal fevna um allar kommunur í Føroyum.

Ætlanin var eisini, at Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya í samráð við SEV og IRF verður tiið av samstundis, sum at virkisøkið verður lagt undir nýggja felagið.

Høvuðsendamálið er at savna orkuna og styrkja tað felags kommunalpolitiska arbeiðið, bæði í samskiftinum við landsmyndugleikarnar og í mun til at veita betri tænastur og ráðgeving til kommunurnar.

Partarnir vóru samdir um, at kommunurnar í framtíðini eiga at umsita øll málsevni av týdningi fyri borgaran, tí kommunurnar kenna tørvin hjá borgaranum best, og kunnu tryggja betri og skjótari tænastu.

Men á býráðsfundinum í gjárkvøldið fekk hendan ætlanin eitt rættiligt skot fyri bógvin, tí at sjálvt um býráðið samtykti at taka undir við tankanum um at skipa eitt kommunufelag, so varð málið kortini beint aftur í viðkomandi nevndirnar, tí málið ikki var greitt støðutakan.

- Talan var um ónøgd um, at Havnin fekk ov lítið burtur úr í mun til tað, sum vit lata, segði Heðin Mortensen um grundgevingina fyri avgerðini.



Heðin Mortensen dugir ikki í løtuni at siga, hvussu spurningurin um samanlegging av kommunufeløgunum nú fer at enda