Eingin sáttmáli uttan loysn á makreltrætuni

Norska reiðarafelagið mælir nú fiskimálaráðnum í Oslo frá at gera nakran fiskirættindasáttmála við Føroyar fyri 2013, so leingi semja ikki er fingin um makrelin, ella føroyingar vísa størri ábyrgd í sambandi við makrelfiskiskapin. Tað skrivar heimasíðan hjá felagnum.

Felagið vísir á, at av orsakað av makreltrætuni gjørdu londini ongan sáttmála fyri 2011 ella 2012, og felagið metir tað ikki aktuelt at tosa um nakran sáttmála fyri 2013.

Norska reiðarafelagið sigur, at skal Noreg gera sáttmála við Føroyar fyri 2013, er tað umráðandi, at sáttmálin er klárur longu um ársskiftið, tí tað er serliga tíðliga á árinum, at tann norska botnfiskakvotan við Føroyar er áhugaverd. Felagið vísir í hesum viðfangi á, at í 2009 bleiv sáttmálin ikki gjørdus fyrr enn í februar, og tað gjørdi, at tey norsku skipini fiskaðu bara ein triðing av longukvotuni og helvtina av brosmukvotuni í føroyskum sjógvi tað árið. Tí hevur ein fiskirættindasáttmáli við Føroyar avmarkaðan týdning fyri norskar fiskimenn, um hann ikki er klárur um ársskiftið, skrivar reiðarafelagið í brævi til fismimálaráðið.

Niðurstøðan hjá felagnum er tí, at er eingin sáttmáli klárur á nýggjárinum, kann tað vera vert at tosa um ein avmarkaðan sáttmála. Ein annar møguleiki er, at føroyingar kunnu bjóða norðmonnum onkra aðra áhugaverda kvotu í býti, skrivar felagið.