Føroyski landsliðsspælarin í fótbólti Símun Samuelsen hevur farnu vikuna verið til royndarvenjing í danska superligafelagnum OB. Niðurstøðan eftir hesa royndarvenjing er, at Símun fær ikki sáttmála við felagið.
- Tað fekk væl hjá Símn, og vit fara fylgja við gongdini hjá honum frameftir, sigur Michael Hemmingsen, hjálparvenjari hjá OB.Símun Samuelsen hevur í hálvtannað ár spælt fyri íslendska felagið Keflavík, og har hevur tað gingið heilt væl hjá honum.