Eingin roykur í Hvítu Húsunum

Barrack Obama vissaði fyrrakvøldið hyggjararnar hjá sjónvapinum NBC um, at hann fer ikki at roykja inni í Hvítu Húsunum, tá hann hevur tikið við forsetaembætinum. Obama var stórroykjari, men legði næstan av, tá hann fór undir valstríðið. Í samrøðuni við NBS viðgekk hann, at hann stríðist við at leggja av, men at hann hevur fest sær í nakrar ferðir í seinastuni.

-Jú, eg eri fallin fyri freistingini nakrar ferðir, segði hann við sjónvarpið. Hann legði tó afturat, at sjálvur heldur hann, at tað hevur gingið væl við royndini at leggja av, soleiðis sum umstøðurnar hava verið.

-Eg kann í hvussu er lova tykkum, at eg fari ikki at roykja í Hvítu Húsunum, segði tann komandi forsetin.