Eftir áheitan frá skúlastýrinum, er nú roykiforboð sett í gildi á økinum hjá skúlanum.
Leiðslan fyri Tofta skúla og Nes kommuna hava viðgjørt áheitanina, og taka tey bæði undir við skúlastýrinum.
Upplýst verður, at hetta forboðið er galdandi fyri alt økið rundan um skúlan og vegin fram við skúlanum.
Og hetta forboðið er galdandi alt samdøgnið.