Eingin royking í arbeiðstíðini

Sum er hava starvsfólk hjá teimum donsku kommununum rætt til roykisteðgir, men tað er ikki vist, at hesin rætturin verður varandi. Í minsta lagi fýra kommunur hava longu lýst roykibann á øllum ella nøkrum av teirra arbeiðsplássum, og aðrar kommunur arbeiða við málinum. Tað skrivar Avisen.sk

Í Kræftens Bekæmpelse eru tey sera fegin um gongdina, og tey vænta, at fleiri kommunur fara at banna royking í arbeiðstíðini, nú nakrar ganga undan.

Í Danmark eru 98 kommunur. Avisen.dk hevur tosað við tveir triðingar av kommununum, teirra millum allar tær størstu. Kanningin vísir, at fimmta hvør kommuna hevur biðið ella umhugsar at biðja síni starvsfólk gevast at roykja í arbeiðstíðini.