Amerikanski tjóðbankin fer ikki at broyta rentuna á hesum sinni. Tað var eitt sindur av iva undan fundinum hjá amerikanska tjóðbankanum í gjárkvøldið, men aftan á fundin bleiv boðað frá, at rentan verður ikki broytt á hesum sinni.
Sostatt er rentan framvegis 5,25 prosent.
Um gongdina á amerikanska búskapinum sigur tjóðbankin, at hann stúrir mest fyri inflasjónini, tí hon er framvegis ov stór.