Hóast tað var vónað og væntað, at strandfaraskipini aftur fóru á sínar vanligu rutur í dag, eydnaðist hetta ikki.
Deilurin til Teistan, sum strandferðslan vónaði kom til landið í gjár, kom ikki fyrr enn í dag, og tí er tíðarætlanin skotin út ein dag.
Vænandi verður Teistin umvældur og klárur ar fara i sigling í morgin ella í seinasta lagi mánadagin. Tá hevur Teistin eisini ligið nærum í eina heila viku.
Meðan Teistin liggur røkir Ternan farleiðina um Skopunarfjørð, Ritan røkir leiðina um Nólsoyarfjørð, meðan Alfa Pilot siglir út í Svínoynna og Fugloynna.










