Eingin ranglæra í føroysku kirkjuni

Hans Jacob Joensen, bispur, heldur, at nú kærurnar móti honum eru avgreiddar í Kirkjumálaráðnum, má friður koma í prestarnar. Hann er als ikki samdur við Olofson í, at ranglæra er í føroysku kirkjuni

? Var ranglæra í kirkjuni, so var tað mín skylda at steðga henni. Í løtuni starvast tríggir kvinnuligir prestar í kirkjuni. Men var hetta ranglæra, sum summir prestar vilja vera við, so hevði eg langt síðani steðgað hesum.

Hans Jacob Joensen, bispur, er púra samdur við Jens Ulf Jørgensen úr Kirkjumálaráðnum, tá hann sigur, at allar átta kærurnar eru grundaðar á, at prestarnir, ið kæra, eru ímóti kvinnuligum prestum.

? Tað sæst heilt væl í grundgevingunum fyri kærunum, at málið botnar í mótstøðu móti kvinnuligum prestum, sigur bispur, og sipar hann til viðmerkingar, Peter O. K. Olofson hevur gjørt til støðuna.

Men málið er avgreitt, og prestarnir fáa ikki viðhald. Tískil heldur bispur, at teir skulu taka kærurnar til eftirtektar og lata frið valda í føroysku kirkjuni.


Syndrar ikki kirkjuna

Peter O. K. Olofson vísti í Sosialinum í gjár á, at svarið úr Kirkjumálaráðum er eitt stórt tap fyri føroysku kirkjuna, og at føroyska kirkjan er við at syndrast.

Men bispur er alt annað enn samdur í sjónarmiðum hansara. Hann heldur hvørki, at talan er um tap ella sigur, men um eina staðfesting. Og svarið syndrar ikki kirkjuna, og bispur er heldur ikki bangin fyri, at føroyska kirkjan fer at syndrast.

? Eg haldi, at nú svarið er komið úr Kirkjumálaráðnum, eigur at verða friður í kirkjuni.


Fríkirkja eingin hóttan

Síðani kirkjustríðið av álvara tók seg upp fyri knøppum ári síðani, hava røddir verið frammi um, at ávísir partar av kirkjuliðnum ætla sær at stova eina føroyska fríkirkju.

Hans Jacob Joensen, bispur, heldur ikki møguleikarnir fyri føroyskari fríkirkju vera stórir.

? Í Føroyum hava vit onga siðvenju á hasum økinum, og tí vænti eg ikki, at nógv fara at taka undir við einari fríkirkju. Men vit liva í einum fríum landi, og tí kunnu fólk uttan trupulleikar stovna eina fríkirkju, um tey hava hug til tess.

Men verður fríkirkja sett á stovn, er bispur kortini ikki bangin fyri, at hon fer at verða nøkur hóttan móti fólkakirkjuni.

Hóast nógva tosið um fríkirkju, sigur Peter O. K. Olofson, at sjálvt um hann nú hevur sagt seg úr prestastarvinum í Fuglafirði, arbeiðir hann ikki við at seta á stovn fríkirkju. Hann heldur, at hetta er nakað, ið kirkjuliðið eigur at taka støðu til.


Hugstoyttur

Bispur er ikki sørt hugstoyttur av, at tað eru teir ungu prestarnir í Føroyum, sum eru ímóti kvinnuligum prestum. Men hann vísir samstundis á, at hetta kortini ikki bert er galdandi fyri teir ungu. Munurin er tó tann, at aðrir prestar royna at sigla millum skerini í staðin fyri at leita eftir ósemjum um hetta.

? Prestarnir hava sjálvsagt loyvi at hava sína egnu sannføring um kvinnuligar prestar. Sannføringarnar skulu bara ikki stoyta saman, so ófriður valdar í kirkjuni, sigur ein avgjørdur bispur.

? Eg haldi, at prestarnir, ið eru móti kvinnuligum prestum, áttu at dugt sær hógv. Málið við kvinnuligum prestum er jú ikki nakað nýtt mál. Tað var jú í 1947, at kvinnuligir prestar sluppu fram at prædikustólinum. Kirkjan góðtekur kvinnuligar prestar. Hetta eru korini, teir mugu liva við.

Hóast Kirkjumálaráðið nú hevur víst øllum átta kærunum frá teimum seks prestunum frá sær, væntar bispur ikki, at aðrir prestar enn Olofson fara at siga seg úr starvi. Samstudis vísir hann á, at uppsøgnin hjá Olofson hevur ligið í luftini í skjótt eitt ár.