Eingin róður fyrr enn um eina tíma

Tað er so mikið tjúkt í løtuni, at tað ikki ber til at rógva kapp á vestanstevnu

Barnaróðrarnir eru avgreiddir, men í løtuni ber tað ikki til at halda fram við at rógva kapp í Sørvági, har tað í dag er vestanstevna.

Hann er vestan, og tað er fínasta veður. Trupulleikin er, at tað er so mikið tjúkt í løtuni, at tað ikki ber til at rógva teir túsund metrarnar.

Nú hava ábyrgdarfólkini í Róðrarsambandi Føroya hildið fund, har avgerð varð tikin um, at tað ikki ber til at rógva kapp í løtuni, og at kappróðurin fyribils er útsettur inntil klokkan 16.30, tá ið støða verður tikin til, hvussu tað verður.

Tað er eitt lítið lot, og tað verður vónað, at tað fer at verða klárari seinni ídag.