Eingin Røkke hesaferð

- Røkke kemur nokk ikki á hesum sinni, sigur tey á JFK-Troli

Fiskivinna
Herfyri ljóðaði, at norski ríkmaðurin, Kjeld Inge Røkke, ið er tengdur at felagnum, sum eigur Næraberg, skuldi koma higar til lands at vitja umborð á Nærabergi, nú skipið verður í havn til 2. januar.
 Áðrenn Næraberg kom á Klaksvík tíðliga týsmorgunin, hevði manningin vaskað skipið bæði uppi og niðri.
 Vit spurdu tí á JFK-Troli, um nakað var í tíðindunum um vitjanina hjá Røkke.
 - Tað verður nokk ikki á hesum sinni, at hann kemur higar til lands, men ivaleyst verður tað einaferð, siga tey á JFK-Troli.
 Tá ið eitt verksmiðjuskip, sum annars er í vinnu, verður lagt nakrar vikur, er neyðugt undir øllum umstøðum at vaskað verksmiðjuna, har fiskurin verður arbeiddur, ógvuliga væl.
 - So, hetta arbeiði skuldi gerast kortini, sigur JFK-Trol.