Eingin provokatión

-Hetta var eingin provokatión! Vit hava leingi roknað við, at sendarin fór, og hava eisini tosað um, hvat vit skuldu gera, um vit komu í hesa støðuna!

Tað sigur Jógvan Jespersen, stjóri í Kringvarpi Føroya, við Rás2, eftir at hann í gjárkvøldið tók avgerð um at strika sjónvarpsskránna hjá Kringvarpi Føroya.

-Vit kunnu ikki gera við, at politiskararnir hava raðfest hetta málið so lágt, hóast vit ferð eftir ferð hava víst á trupulleikan, sigur kringvarpsstjórin.

Rás2 royndi at fáa Jógvan Jespersen í útvarpsstovuna, men hann vil ikki gera beinleiðis viðmerkingar til Rás2:

- Ringir tú nú frá Føroya Tele? spurdi kringvarpsstjórin, tá Rás2 vildi vita, hví Kringvarpið ikki helt fram at senda, eftirsum tey vóru nógv, sum kundu havt sæð sjónvarpið, hóast brekið í antennuskipanini.

-Eg tími ikki at stilla upp til hatta. Nú er so lítil tíð eftir hjá mær í starvinum, so tað tími eg ikki, segði Jógvan Jespersen við Rás2.