Rektarin í Studentaskúlanum í Hoydølum, Mikkjal Helmsdal, boðar næmingunum í 3. studentsflokki og 2. HF nú frá, at skúlin fer ikki at skipa fyri hvørki prógvhandan ella pisufundi, um tey velja at nýta skulkidagin á sama neiliga hátt sum undanfarnu árgangir.
- Tað verða ongi tiltøk seinasta skúladag, tað verður ikki skipað fyri prógvhandan og skúlin fer ikki at taka lut í fyriskipanini av pisufundinum. Árgangurin 2013 vil so sum tann fyrsti -og vónandi einasti- árgangurin av pisum her á skúlanum fáa prógvið sendandi í postinum vikuna eftir, at próvtøkurnar eru loknar, sigur Mikkjal Helmsdal.
Skúlin heitir á næmingarnar um at skipa fyri skulkidegnum í ár soleiðis, at næmingarnir ikki órógva undirvísingina í Hoydølum, ikki órógva undirvísingina á øðrum skúlum og ikki órógva og forða almennu ferðsluni.
Orsøkin til at rektarin nú heitir á næmingarnar um at skikka sær væl á skulkidegnum er hendingin, sum fór fram á skúlanum týsmorgunin.
-Her á skúlanum fingu vit eina heldur destruktiva vitjan av næmingum frá Handilsskúlanum, sum hevði við sær dálking, herverk og brestan stinkbumbum nógva staðni á skúlanum. Vaskifólk vóru til arbeiðis allan dagin at gera eyka reint, og rokningar fyri nógvar 10 túsundtals krónur vera at gjalda fyri reingerð og afturgerð av brotnum hurðum, innbúgvi og øðrum. Eitt annað keðiligt úrslit var, at tveir handilsskúlanæmingar eru skuldsettir fyri herverk, og kanska fáa eitt neiligt stempul í sína revsiváttan, sigur rektarin umvegis heimsíðu skúlans.
Hann vísir tó á, at tað ikki bara eru handilsskúlanæmingar, ið gera ov nógv av á skulkidegnum.
- Hetta er úrslitið av eini gongd, sum næmingar her á skúlanum hava eins stóra skyld av sum næmingar á Handilsskúlanum. Tað, sum vit heystaðu her í Hoydølum týsmorgun, var tað, ið okkara egnu næmingar sáddu úti í Marknagili í fjør. Handilsskúlin hevði tá eitt risaupptak eftir dálking, órudd og herverki hjá okkara næmingum, sigur Mikkjal Helmsdal.
Rektarin gjørdi á einum kunningarfundi týsdagin greitt, at leiðsla skúlans ynskir, at hesin keðiligi spiralurin, har næmingar í Hoydølum og av Handilsskúlanum ár um ár skulu yvirganga hvør annan í at gera ónáðir hvør hjá øðrum í sambandi við árliga skulkidagin, skal steðga nú.
- Tíanverri er tað ein sannroynd, at tað vóru næmingar úr Hoydølum, sum fyri 3-4 árum síðani byrjaðu við at kasta við vatni, dálka og bróta útgerð og innbúgv á Handilsskúlanum. Síðani er tað so blivið "hevnt" ár um ár, har næmingarnir á skúlunum báðum hava gjørt ógvisligari og ógvisligari ónáðir hjá hvørjum øðrum. Og nú er tað farið ov vítt, sigur Mikkjal Helmsdal.
Rektarin heitir á 3.s og 2. HF næmingarnar 2013 um at enduruppfinna skulkidagin og brúka hann til nakað positivt uttan at órógva undirvísing í Hoydølum, á øðrum miðnámsskúlum og uttan at órógva almennu ferðsluna.
Mynd: Tilvildarlig










