Teistin siglur ikki í løtuni, og tí verður eingin postur borin sandoyingum í kvøld. Á Posta siga tey, at tey í løtuni ikki fáa gjørt nógv annað enn at bíða, til siglt verður aftur.
Umframt at bera Post, ber Posta eisini Sosialin út til haldarar og leysasølur. Sandoyingar fáa tí heldur ikki nakran Sosial í kvøld, men ístaðin verður blaðið borið haldarum og leysasølum fyrrapartin í morgin, verður sagt á Posta.










