– Politiski viljin til at lyfta øki hjá okkum er slett ikki til staðar. Eg kann nevna, at politiski myndugleikin eitt nú ongan áhuga hevur fyri at fáa orðing inn um sálarliga umhvørvið.
Tað sigur forkvinnan í Pedagogfelagnum, Maud Wang Hansen, eftir at hon í gjárkvøldið skrivaði undir nýggjan tvey ára sáttmála við Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
– Vit fóru ikki akkurát smílandi og dansandi heim, eftir at vit høvdu skrivað undir, men hinvegin mugu vit staðfesta, at hetta var helst tað besta, vit kundu fáa burturúr, sigur hon.
Hoyr samrøðu við Maud Wang Hansen við at trýsta á pílin undir myndini.