Eingin politisk viðgerð í Vágum

Valfelagið hjá Jørgeni Niclasen, Vága Fólkafloksfelag, hevur ikki viðgjørt politisku støðuna, eftir at Jørgen Niclasen Legði frá sær sum landsstýrismaður

Politikkur

Vágar:Hóast fleiri av lokalfeløgunum hjá Fólkaflokkinum leggja billet inn til landsstýrissessin, hevur felagið, sum átti landsstýrismannin, sum legði frá sær, í løtuni ongar ætlanir um at krevja sessin aftur.
?Vit hava ikki viðgjørt málið enn, og vit halda onga grund vera til at krevja landsstýrissessin bara fyri at krevja hann, sigur Jákup Guttesen, sum er formaður í Vága Fólkafloksfelag.
Hann sigur, at hann hevur tosað við Jørgen Niclasen, eftir at hesin hevur lagt frá sær, men eingin politisk støða er tikin til nakað sum helst.
?Tað tykist ikki so ógvuliga átrokandi beint nú at velja nýggjan landstýrismann, og vit hava heldur ikki tosað við løgmann ella nakran annan í floksleiðsluni, sigur fólkafloksformaðurin í Vágum.
?Eg haldi, at nú treingir Jørgen Niclasen til at fáa frið eina løtu fyrst, sigur hann.
Men væntandi fer Vága Fólkafloksfelag einaferð í næstu viku at hava fund, har verandi politiska støðan rímiligt verður viðgjørd, sigur Jákup Guttesen, formaður í Vága Fólkafloksfelag.
Í grundini viast hann eitt sindur í, sigur hann, um hann nú er formaður í felagnum.
?Støðan er tann, at Jóanis Nielsen varð valdur til formann, og eg til næstformann. Tá Jóanis gjørdist tingmaður, tók eg við sum formaður. Men nú er Jóannis ikki tingmaður meira, so eg gangi bara út frá, at hann aftur er - ella í hvusuus er verður - formaður í Vága Fólkafloksfelag, sigur Jákup Guttesen.