Eingin plikt at upplýsa avsendara

– Okkara uppgáva er ikki at sensurera, og sambært lógini er einki krav um, at tað skal upplýsast hvør avsendari er á bløðum, sum verða borin út við Posta.

 

Tað sigur Joel undir Leitinum, stjóri á Posta.

 

Les eisini: Dulnevnda blaðið sent til prentingar av Estra

 

Hann sigur, at tey í morgun hava kannað viðurskiftini hjá Brúkaraumboðnum og hjá sakførara og svarið er tað sama, at einki er sum krevur, at avsendari skal standa á slíkum blað, sum Posta í gjár bar út í hvørt hús í Tórshavnar kommunu, har innihaldið er niðurgerð av Heðin Mortensen, borgarstjóra í Havn.

 

Les eisini: Heðin veit ikki hvørjum hann skal stevna

 

Greiðar reglur eru á øðrum økjum um, hvat Posta kann bera út. Eitt nú kunnu tey ikki bera út bløð við útlendskum lýsingum, pornografiskt tilfar ella rúsdrekka lýsingar.

 

Les eisini: »Haturskampanja« móti Heðin Mortensen við Posta

 

– Tað kanna vit sjálvandi hvørja ferð, men vit taka ikki støðu til innihald í slíkum blað, sum hetta, sigur Joel undir Leitinum.