Eingin pisufundur...

– og prógvið kem­ur við post­inum!

Næmingarnir í Hoydølum, sum skulu til endaliga próv­tøku í ár, verða teir fyrstu, sum fáa prógvið sendandi heim við postinum.
Tað sigur Mikkjal Helms­dal, rektari, í eini hóttan til næm­ingarnar, har hann ger greitt, at tað verða eingi til­tøk fyr­iskipað seinasta skúl­a­dag, tað verður ikki skip­að fyri prógvhandan, og skúl­in fer ikki at taka lut í fyr­i­skip­an­ini av pis­u­fund­inum, um næm­ing­arnir upp­føra seg sos um teir plaga – og sum hand­­ils­­­skúl­­­a­næm­­ing­­ar gjørdu týsmorgunin.

Tað var eitt stórt upp­tak hjá vask­i­fólki og um­­sjón­­ar­­fólki í Student­a­­skúl­­a­num – og tað hev­ur kost­að skúla­num í tíggjutúsundavís í um­væl­ing­um og upptaki, sig­ur rektarin, sum hartar sín­ar næm­ingar í Hoy­døl­um fyri nøkrum árum síð­ani at verða byrj­að­ir upp á táp­u­liga at­sókn móti Hand­ils­skúl­a­num, sum aftur hevur fingið hand­ils­skúl­a­næm­ing­ar at gera tað sama.

Tí ger hann púra greitt, at de­struk­tivi atburðurin hjá næm­­ing­­u­n­um skal steðga nú – og at stu­d­enta­skúl­a­­næm­­ing­­ar­­nir, sum byrj­­að­u hetta, nú eiga at verða teir, sum steðga.

Mikkjal hevur fyrr nokt­að næm­ingum prógv fyri at park­­­era ó­lóg­liga – so hann mein­ar tað uttan iva í álvara!