Arbeiðið við einum pensjónsreformi verður ikki liðugt áðrenn summarfrítíðina, sum Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, annars hevði ætlað.
- Eg havi boðið luttakarunum og floksformonnunum frá, at vit stegða við arbeiðnum nú, men taka tað upp aftur beinanvegis í august, sigur landsstýriskvinnan.
Pensjónsbólkurin hevur havt nakrar fundir saman, men landsstýriskivnnan hevur eisini havt fundir við flokkarnar hvør sær.
- Nú veit eg væl, at her er talan um politikk, men eg haldi avgjørt, at vildi er at finna eina gongda leið, sigur hon.
Ein pensjónsnýskipan er neyðug fyri at tryggja haldføri í føroyska búskapinum frameftir. Tað vita allir flokkar, og allir eru sinnaðir at gera nakað við málið, heldur hon.
Eitt sindur av ósemju er helst á ávísum økjum, men landsstýriskvinnan heldur ikki, at hesar ósemjur eru størri enn at tær ikki kunnu loysast.
Les meiri í Sosialinum, sum varð borin í hvørt heim í dag.