Eingin panikkur í Kekkia

Tað var um reppið, at letlendska landsliðið skapti eina nýggja sensatión, tá ið teir týsdagin høvdu kekkiska landsliðið á knøunum. Letland var á odda 1-0, til tað manglaðu 18 minuttir av dystinum. Tá javnaði Milan Baros, og fimm minuttir fyri tíð gjørdi Marek Heinz tað til 2-1 til Kekkia.
? Vit byrjaðu væl, men so mistu vit takið eina løtu í fyrra hálvleiki. Í seinna hálvleiki vóru vit munandi meira ágangandi, segði kekkiski landsliðsvenjarin Karel Brückner eftir dystin.
Sambært honum var eingin panikkur í kekkiska skiftirúminum í hálvleikssteðginum, hóast liðið var aftanfyri.