Eingin panikkur í KÍ

(Formansrundan á Rás2) Formaðurin í KÍ slær fast, at 5. plássið elvir ikki til stóran trega í Klaksvík

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var við Tummas Lervig, formann í KÍ í formansrundini á Rás2.

 

Givið er, at Tummas hevði ynskt, at KÍ kundi vunnið sær eitt 4. pláss, sum hevði givið atgongd til Europa League komandi kappingarár, men tað er eingin panikkur í KÍ, at hetta miseydnaðist.

 

Í KÍ fegnast tey um, at stigaúrtøkan er økt í mun til í fjør, og nú verður við sama venjara arbeitt fram ímóti at betra seg enn meiri til komandi kappingarár. 

 

Annars hevur Tummas nógv at fegnast um, tá hugsað verður um gongdina hjá teimum ymisku liðunum hjá KÍ, ikki minst á kvinnusíðuni.