Mangan verður tikið til, at Fólkaflokkurin ikki hevur staðið seg so væl í meiningarkanningum. Men tá til stykkis kom, fær flokkurin kortini eitt líkinda valúrslit.
- Vit standa okkum ofta illa í kanningunum, men tá valið er plaga vit at hála okkum uppá tey prosentini, sum vit eiga, sigur Jacob.
– So her er einki nýtt undir sólini. Vit liggja har vit plaga.
Tað hevur leikað hart á hjá samgonguni og fólkaflokkinum, eins og teir hava verið noyddir at gera ávís kompromis.
- Men úrslitið av hesi veljarakanningini ger ikki tað at vit fara í panikk, slær Jacob Vestergaard fast.