Eingin orsøk til ótta

Fyrsti spurningurin er at finna oljuna. Næsti at hyggja eftir sosialu avleiðingunum. Triði at handfara inntøkurnar á ein slíkan hátt, at hetta ikki nervar og skaðar føroyska samfelagið. Hetta er nakað, sum tit megna sigur fráfarandi leitistjóri hjá Amerada Hess, ið ikki heldur føroyingar eru ov seinir á sjóvarfallinum

 

Olja og árin



Um tað verða gjørd stór oljufund á føroyska landgrunninum, hvørja ávirkan heldur Richard Hardman, fráfarandi altjóða leitistjórin hjá Amerada Hess hesi kunnu fáa á føroyska samfelagið, nú arbeiði longu er til allar hendur og búskapurin er nógv upphitaður?


-Tá eg arbeiddi í Norra bóru mong ótta fyri útviklinginum. Tórshavn í dag minnir nógv um Stavanger, tá eg kom hagar í 1975. Fólk bóru ótta fyri teimum nógvu pengunum, sum skuldu floyma inn í samfelagið. Men hvat er hent. Norskur ídnaður hevur ment seg, og kring allan heimin eru norskar fyritøkur. Hetta ikki minst takka verið oljuvinnuni. Eg haldi norðmenn hava borið seg skilagott at, tá teir hava gjørt íløgur, og teir hava vunnið nógv uppá tað. Føroyingar, sum eru vanir at arbeiða hart og skilagott, fara at fáa eins nógv burtur úr.


-Vit síggja, at nógv er gjørt fyri at kanna umhvørvið, áðrenn boringin byrjaði, men tað eru fleiri, sum vísa á, at einki er gjørt fyri at kanna sosiala umhvørvið. Heldur tú, at myndugleikarnir hava misrøkt sína ábyrgd á hesum øki?


-Tað haldi eg ikki. Teir hava gjørt eitt gott arbeiði við at fyrireika leitingina, sum jú er grundarlagið undir øllum øðrum. Tað er skeivt at selja skinnið, fyrr enn bjørnin er skotin. Bíðið við hesum til tit hava fingið ta fyrstu bjørnina. Føroyingar hava góða tíð og eru ikki ov seinir á sjóvarfallinum. Finna vit olju í ár, so verður fyrsta oljan neyvan á marknaðinum fyrr enn í 2006.


Richard Hardman vísir á, at pengarnir fara ikki at streyma inn í samfelagið, fyrr enn framleiðslan rættiliga er í gongd. Hann ásannar, at tað fara at koma fleiri fólk til landið næstu árini men kortini er tað avmarkað. -Finna vit olju við Føroyar, verður myndin at líkjast nógv henni hjá Amerada Hess í Danmark.


Har eru vit umleið 60 fólk á Amerada Hess skrivstovuni. Alt annað verður gjørt av donskum feløgum. T.d. tekur Esbjerg Oilfield Service sær av at manna pallarnar. Kravið til manning í sambandi við at útvikla eitt oljufelt á landgrunninum hevði svarað til manningina á trimum stórum trolarum, harav ein stórur partur hevði kunnað verið føroyingar. Á landi høvdu tveir triðingar av manningini á skrivstovuni verið føroyingar. Eg haldi, at alt hetta hevði kunnað veitt ein vælkomnan møguleika í mun til fiskivinnuna, tá hugsað verður um at hava eitt alternativ eitt nú í verri tíðum. Eg haldi eisini, at royndir tykkara á sjónum høvdu kunnað komið sera væl við í hesi nýggju vinnuni.


Uppá fyrispurning hvat vil henda, um tað verða gjørd fleiri stór fund her næstu árini metir Steve Boldy, leitistjóri, at tað tá í fyrsta lagi vil vera eitt positivt problem. Men hann leggur tó aftrat, at tað er ikki bara sum at siga tað at fara undir at útvikla fleiri felt eftir stuttari tíð. -Tað hevði sjálvandi verið áhugavert at kunnað útviklað fleiri felt í senn, tí tað vil skapa nýggjar møguleikar, men taka vit royndirnar vestan fyri Hetland, so var risastóra feltið Clair funnið í 1978, og nústaðni sær út til, at oljuframleiðsla kann byrja.


Steve Boldy vísir eisini til gongdina í Noregi, har tað eisini varð tjakast um, hvussu nógv olja skuldi takast upp frá byrjan. Tá varð gjørt av at taka oljuna upp og seta pengarnar í oljugrunnin heldur enn at lata oljuna vera verandi í undirgrundini at goyma til komandi ættarlið.


Góð ráð

Richard Hardman, sum kom til Føroya fyrst í 90-unum at fyrireika seg til at leita eftir olju, heldur seg hava fingið gott innlit í samfelagið her og hugsanarháttin hjá fólkinum. Hann hevur hesi ráð at geva føroyingum: -Verið ikki ov spentir í byrjanini. Finna vit ikki olju beinanvegin so takið tað róligt. Føroyingar eru eitt sera pragmatiskt fólkaslag. Takið tingini, sum tey koma og latið vera við at taka tað, sum liggur longur frammi, ov tungt.


Fyrsti spurningurin er at finna oljuna. Næsti at hyggja eftir sosialu avleiðingunum. Triði at handfara inntøkurnar á ein slíkan hátt, at hetta ikki nervar og skaðar føroyska samfelagið. Eg trúgvi tit klára alt tað, tí tit hava ein ómetaliga stóran fyrimun. Hóast tit kunnu vera ósamdir um gongdina, tá tit tjakast, so veit eg, at tit megna at stýra gongdini. Tit hava bæði hegni, vilja og dirvi til tað. Hetta eru mínar royndir saman við føroyingum nú í skjótt 6 ár. Eg ynski tykkum alt tað besta.


Steve Boldy, nýggi stjórin fyri Føroyaøkinum, vísir til útviklingin í Hetlandi og Orknoyggjunum, har tey hava livað í stórari harmoni við oljuni í 25 ár. Bæði plássini hava havt oljuhavnir, hvørs virksemi ikki hevur nervað samfeløgini.


Ein av stóru spurningunum, um olja verður funnin, er, hvørt oljan skal í land í Føroyum ella hon skal flytast beinleiðis víðari til verandi oljuhavnir í eitt nú Hetlandi. Tann spurningin settu vit Richard Hardman, sum heldur hetta vera ein spurning um raðfesting. Hann ivast stórliga í um, vit vilja fáa størri inntøkur við at taka oljuna til Føroya enn til Sullom Voe í Hetlandi. -Vit hoyra, at tað er tørvur á arbeiðsmegi. Og skulu tit til at taka ímóti oljuni so mugu tit til at innflyta arbeiðsmegi at byggja eina oljuhavn. Er tað tað tit ynskja? Gloymið ikki at sveisarar vunnu sínar pengar uppá at taka gjald frá fólki at koma ígjøgnum landið. Um tit vilja lata oljuna fara til Sullom Voe heldur enn til Føroya og tit fáa meira inntøkur burtur úr tí, so hevði eg ikki ivast í tí.