? Føroyar kunnu ikki ábyrgja Danmark fyri, at amerikanararnir við vælsignilsi frá donsku stjórnini í 60?unum settu á stovn tvær loyniligar støðir í Føroyum við teirri umbering, at hetta var í NATO-samanhangi.
Hetta heldur Poul Villaume, lektari við Historisk Institut í Keypmannahavn, sum er serfrøðingur í viðurskiftum undir Kalda Krígnum.
Tað er fyrr borið fram, at loyniligar støðir kanska hava útvegað Danmark ein bíligari limaskap í NATO, og at Føroyar út frá hesum kunnu krevja fíggjarligt endurgjald frá Danmark.
? men í veruleikanum er tað ógjørligt at gera upp í krónum og oyrum, hvønn týdning tað hevur havt fyri Danmark, at Føroyar - og eisini Grønland - eru brúktar sum hernaðarlig stuðulspunkt. Eingin talva er, sum vísir hetta. So um ein verulig meting skal gerast í hesum máli, má hon vera politisk og ikki trygdarpolitiskt grundað, sigur Poul Villaume, sum ikki skilir, at føroyingar eru so illir um, at politikararnir royndu at halda støðirnar loyniligar, og harvið at beina burtur hernaðarliga-strategiska ansin frá Føroyum.
? Høvdu politikararnir opið sagt sum var, var tað heilt vist, at Føroyar vorðu útpeikaðar sum bumbumál av fíggindanum, sigur Poul Villaume.









