Eingin orsøk at óttast alnetið

Foreldur bera ótta fyri, hvat teirra børn fáast við á alnetinum. Tað er ikki neyðugt, vísir nýggj donsk kanning.

Tað skrivar heimasíðan videnskab.dk í dag.

 

Kanningin vísir, at børn eru sum heild ansin á alnetinum.

 

- Fleiri siga seg hava funnið sín besta vin á alnetinum. Tú kann fáa vinir, sum tú ikki hevði havt annars, sigur Malene Charlotte Larsen frá Institut for Kommunikation á Aalborg Universitet, sambært dr.dk. Hon hevur skrivað ph.d. ritgerð um alnetsvinarskap hjá børnum og ungum.

 

- Tú hevur lyndi til at halda, at nógvir ungdómar sitar í sínum kamari og verða avskorin sosialt. Tíðin á Facebook og Messenger gongur hinvegin ikki út yvir tíðina, tey annars høvdu verið saman við øðrum ungum. Tíðin á alnetinum verður tikin frá sjónvarpinum, sigur hon.

 

Nógv foreldur stúra fyri barnalokkarunum á alnetinum, sum lata sum um, tey eru ung. Børnini eru ansin, sigur Malene Charlotte Larsen.

 

- Tey eru greið yvir, at tað eru vaksin, sum lata sum um, tey eru ung. Tað eru fleiri møguleikar at kanna hvønnannan og fáa staðfest, hvørji tey eru, sigur hon.