Eingin orsøk at leypa í borg

B36 venjarin, sum hevur verið í fýra steypafinalum, og hansara spælarar fyrireika seg, sum teir plaga at gera

At talan er um steypafinalu hevur ikki ávirkað mannagongdina, sum undan finaluni er, sum hon plagar at vera.

Sunnudagin tapti B36 4-2 ímóti Víkingi í Gøtu, men tað tapið verður ikki roknað at ávirka teir í B36 leguni:

-Vit vinna sum eitt lið, og vit tapa sum eitt lið. Persónlig mistøk eru partur av liðavrikinum. Tey hava vit lagt afturum okkum, og nú fyrireika vit okkum til stóru avbjóðingina í kvøld, sigur Jákup á Borg.

-Í vikuni hava venjingarnar og fyrireikingarnar annars verið, sum tær plaga at vera, og tað hevur verið á sama hátt í dag. Hetta hevur sera stóran týdning, tí spælararnir kenna mannagongdina, og eisini í dag kenna teir seg tryggjar við tað, sum er á skránni, sigur Jákup á Borg, venjari hjá B36.

 

Jákup á Borg er spildurnýggjur venjari í fremstu røð, og tí hevur hann sjálvandi ikki royndir at hava ábyrgd á beinkinum, tá ið liðið spælir finalu, men á vøllinum hevur hann ofta verið í finalum.

 

B36 venjarin hevur sum spælari fleiri ferðir verið í steypafinalum, har hann hevur verið við til bæði at vinna og tapa – tvær ferðir hevur hann verið við til at vinna, og tvær ferðir hevur hann verið við til at tapa:

1999 var hann við, tá ið B36 tapti steypafinaluna ímóti KÍ 3-1.

Ólavsøkudag í 2001 var hann á B36 liðnum, sum í tiltiknu illveðursfinaluni vann 1-0 ímóti KÍ.

Ólavsøkudag í 2003 var hann á B36 liðnum, sum vann 3-1 ímóti GÍ.

Í 2007 var hann á HB liðnum, sum tapti tiltiknu málríku steypafinaluna ímóti EB/Streymi 4-3.