Eftir at fleiri álvarsligir tilburðir hava verið av blóðtøppi eftir koppseting við AstraZeneca-koppingarevni, hava fleiri lond tikið ein steðg í nýtsluni av evninum, meðan tilburðir við blóðtøppi verða kannaðir. Í Danmark doyði ein 60 ára gomul kvinna eftir koppseting, men tað er ikki prógvað, um samanhangur er millum koppingarevnið og deyðsfallið.
Bæði Heimsheilsustovnurin, WHO og heilivágsstovnurin hjá ES (EMA) siga, at koppingarevnið hjá AstraZeneca kann brúkast, meðan tilburðirnir við blóðtøppi verða kannaðir.
Framleiðarin sigur, at tað ikki eru tekin um øktan vanda fyri blóðtøppi við nýtslu av koronu-koppingarevninum hjá fyritøkuni. AstraZeneca byggir sína støðu á egnar royndir við fleiri enn 10 miljónum skrásetingum. Fyritøkan vísir á, at tilburðirnir við blótøppi eru færri millum tey, sum hava fingið koppingarevnið enn tilburðirnir, sum kunnu væntast í fólkinum sum heild.
Noreg, Danmark og Ísland eru millum tey lond, sum hava tikið ein steðg í koppsetingini við AstraZeneca. Seinastu lond, sum hava sagt, at tey eisini taka ein steðg, eru Thailand og Bulgaria. Frammanundan hava Eysturríki, Italia, Estland, Litavia og Luxemburg fyribils steðgað koppseting við ávísum sendingum frá AstraZeneca.
Hinvegin heldur Svøríki fram við at koppseta við hesum koppingarevni. Tv2.no veit at siga, at 17 lond í ES hava fingið skamtir úr somu sending, sum danska kvinnan, sum doyði eftir koppseting, fekk.