Eingin orsøk at fara í panikk

- Tær kvinnurnar, sum taka nýggjaru sløgini av p-pillarum, skulu ikki fara í panikk. Hevur tú tikið p-pillarar í longri tíð og hevur tað gott, er vandin fyri blóðtøppi lutfalsliga lítil. Tað sigur Katrin Kallsberg, kvinnulækni.

Allar tær kvinnurnar í Føroyum, sum taka eitt av nýggju merkjunum av p-pillarum, nýtast ikki at bera ótta fyri blóðtøppi.

- Kvinnur, ið nýta p-pillarar, skulu altíð vera tilvitaðar um teir ymsu vandarnar, ið kunnu standast av p-pillarum, men tær nýtast ikki at vera óttafullar orsaka av úrslitinum av nýggjastu kanningunum, sigur Katrin Kallsberg, sum er serlækni í gynekologi og obstetrikki.


Vitanin broytist støðugt

Ein umfatandi donsk kanning, sum bleiv almannakunngjørd fyri fáum mánaðum síðani, hevur víst, at tær kvinnurnar, sum taka tey nýggjaru merkini av p-pillarum, eru í tvær ferðir so stórum vanda fyri at fáa blóðtøpp í bein og lungu samanborið við tær kvinnurnar, ið taka eldru sløgini av p-pillarum. P-pillarar verða flokkaðir í generatiónir, soleiðis at eldru sløgini hoyra til 1. og 2. generatión, meðan tey nýggjaru sløgini hoyra til 3. og 4. generatión. Tað er innihaldið av hormonum, ið avger, hvørja generatión tey ymisku merkini hoyra til.

- Orsøkin til, at læknar higartil hava útskrivað tey nýggjaru sløgini av p-pillarum, er tann, at tey nýggju sløgini hava eitt lutfalsliga lágt innihald av hormoninum østrogen. Nýggjastu kanningarnar benda nú á, at vit skulu hyggja meira eftir einum øðrum hormoni, gestagen, ístaðin. Nýggju sløgini av p-pillarum innihalda nevnliga eitt annað slag av gestagen enn tey eldru sløgini, greiðir Katrin Kallsberg frá. Hon leggur dent á, at læknarnir ikki hava ávísar avtalur við heilivágsídnaðin og fáa sostatt onga viðbót ella aðra samsýning við at útskriva ávís sløg av p-pillarum.


Verða kunnaðar um vandan

Katrin Kallsberg heldur ikki, at tað er ein stórur trupulleiki, at læknarnir útskriva tey nýggjaru sløgini av p-pillarum, tí hennara uppliving er, at blóðtøppur orsaka av p-pillarum ikki er nakað, sum er vanligt.

- Tað kemur ótrúliga sjálvdan fyri. Tað eru serliga tær kvinnurnar, ið júst eru byrjaðar at nýta p-pillarar, sum skulu halda eyga við møguligum blóðtøppi og annars teimum hjáárinum, sum p-pillarar kunnu elva til, sigur Katrin Kallsberg og leggur afturat, at vandin fyri blóðtøppi er størstur tað fyrsta árið, tá ein kvinna nýtir p-pillarar.

- Vanliga sigur mann, at bæði læknin og kvinnan sjálv skulu vera uppmerksom upp á tekin um blóðtøpp frá teimum fyrstu trimum mánaðunum og upp til eitt ár, tí tá er vandin størstur, greiðir Katrin Kallsberg frá. Hon heldur tað vera sera umráðandi, at læknarnir eru tilvitaðir um teir ymsu vandabólkarnar, tá teir útskriva p-pillarar.

- Tað er týdningarmikið, at læknarnir kanna, um blóðtøppur er komið ofta fyri í familjuni hjá kvinnuni, um blótrýstið er, sum tað skal vera, og um kvinnan annars hevur eina vanliga góða heilsu. Mínar royndir siga mær, at læknarnir í Føroyum veruliga hugsa seg um, áðrenn teir útskriva p-pillarar til kvinnur, ið ynskja tað.


Umráðandi at spyrja seg fyri

Umfatandi kanningin, sum er gjørd av øllum donskum kvinnum millum 15 og 49 ár, sum nýta p-pillarar, vísir, at tekur tú p-pillarar, ið hoyra til tey eldru sløgini, so er vandin fyri at fáa ein blóðtøpp júst helvtina so stórur, enn um tú nýtir p-pillarar av einum nýggjari merki. Katrin Kallsberg mælir tó ikki teimum føroysku kvinnunum, sum taka p-pillarar, ið hoyra til 3. ella 4. generatión, til at skifta til eitt eldri merki til dømis frá 2. generatión.

- Tær kvinnurnar, sum trívast við at taka eitt av nýggjaru merkjunum og hava gjørt tað yvir nøkur ár, skulu ikki neyðturviliga skifta merki. Eg haldi tó, at tað er eitt gott hugskot, at tær kvinnurnar, sum ikki kenna seg heilt tryggar, práta við sín lækna um møguliga at skifta merki, sigur Katrin Kalllsberg. Hon vísir á, at við hesi nýggju vitanini um p-pillarar, eiga allir nýggir brúkarar at byrja við p-pillarum, sum hoyra til 2. generatión.

Í teimum donsku fjølmiðlunum hava fleiri ungar kvinnur í seinastuni verið frammi og greitt frá, at tær ikki halda seg hava verið nóg væl kunnaðar um vandan at fáa blóðtøpp, tá tær nýta p-pillarar. Katrin Kallsberg heldur tó, at føroyskar kvinnur, ið fara til lækna fyri at fáa p-pillarar, verða nóg væl upplýstar um vandar sum til dømis blóðtøpp, ið kann standast av p-pillarum.

- Serliga tær ungu genturnar hugsa meira um hjáárin, sum ávirka vekt og humør, og tí kann tað hugsast, at tær ikki geva sær far um tað, ið læknin sigur viðvíkjandi blóðtøppum, sigur Katrin Kallsberg og vísir á, at ein altíð skal lesa seðilin, sum liggur í øllum heilivágspakkum, og kunna seg um møgulig hjáárin. Sjálv útskrivar Katrin Kallsberg fyri tað mesta p-pillarar, sum hoyra til 2. generatión. Orsøkin til hetta er tann, at størsti parturin av teimum kvinnunum, sum Katrin Kallsberg kemur í samband við í sínum arbeiði, eru aloftast komnar nakað upp í árini, og tískil áður hava tikið eitt av eldru merkjunum av p-pillarum og hava trivist væl við tí.