Lagavulin boringin á Atlantsmótinum liðug
Faroe Petroleum boðar frá, at boringin av Lagavulin leitibrunninum vestan fyri Hetlandsoyggjarnar er komin á mál. Faroe Petroleum eigur 10%, meðan Chevron er fyristøðufelag.
Byrjað varð at bora á Lagavulin leitimiðinum í oktober mánaði 2010 á 1.567 metra havdýpi, og nátt varð niður á ásettu dýpdina tann 10. juni 2011. Ein virkin kolvetnisskipan varð staðfest, men ongin kolvetnisgoymsla varð funnin. Brunnurin verður nú tiptur og avriggaður. Týðandi nøgdir av upplýsingum eru fingnir til vega úr brunninum, og hesir verða nú kannaðir nærri.
Boriskipið Stena Carron boraði brunnin. Boringin tók longri enn væntað, orsakað av tekniskum avbjóðingum, har serliga veðrið og boringin ígjøgnum ymisk jarðarløg vóru trupul. Kostnaðurin av boringini er sostatt hægri enn ætlað.
Síðani Faroe Petroleum varð stovnað í 1998, hevur tað verið eitt av undangongufeløgunum í sambandi við leiting eftir kolvetni á basaltøkinum á Atlantsmótinum saman við feløgum so sum Chevron, BP, ENI og Statoil. Stóru møguleikarnir á økinum eru áhugaverdir og draga stóru oljufeløgini, so sum Exxon, ið saman við Statoil fyrr í ár, hevur bundið seg til eina boring á basaltøkinum undir Føroyum. Upplýsingarnir frá Lagavulin leitibrunninum vil í stóran mun hjálpa til fatanina av jarðfrøðini og menna førleikan til at loysa knútarnir, ið eru í sambandi við leiting eftir kolvetni undir basaltinum á Atlantsmótinum.
Faroe Petroleum heldur fram við sínum leitileisti við at minka um neiligu árinini, sum hvør einstakur leitibrunnur kann hava á ta áhaldandi leitiverkætlanina. Ímillum teir 17 fíggjaðu brunnunum, sum væntandi skulu borast fram til ársenda 2013, luttekur felagið í tveimum týdningarmiklum boringum, sum um stutta tíð skulu borast á Atlantsmótinum vestan fyri Hetlandsoyggjarnar. Hesir eru Fulla brunnurin, ið verður boraður á grunnum vatni, har Faroe Petroleum hevur 50%, og North Uist brunnurin á djúpari vatni. Fulla brunnurin er tann fyrri, ið skal borast, og liggur hesin beint við Clair olju framleiðslueindina. Brunnurin verður væntandi boraður í juni mánaða, og verður Faroe fyristøðufelag fyri fyrstu fer, meðan North Uist brunnurin væntandi verður boraður í 2012.
Eisini verða tríggir brunnar boraðir í Noregi komandi mánaðarnar. Hesir eru Butch og T-Rex, sum skulu borast í august mánaða og Kalvklumpen, sum skal borast í oktobur mánaða. T-Rex verður triðji brunnur, sum felagið borar á Halten Terrace, ið er sama øki, har felagið tvær ferðir áður hevur funnið kolvetni í Maria og Fogelberg brunnunum í 2010.
Lagavulin var ein vágaligur undangongubrunnur, ið kundi verið av stórum týdningi, um kolvetni vórðu funnin í rakstrarverdum nøgdum. Sjálvt um úrslitið av boringini er skuffandi, so er staðfestingin av kolvetni í økinum strimbrandi fyri okkara leiting eftir kolvetni á Atlantsmótinum.










