Eingin olja í undirgrundini

Vit kundu bara ímynda okkum, hvat aftursvar hetta hevði givið í okkara búskapi, um serfrøðingar komu til ta niðurstøðu, at ongin olja var í undirgrundini.

Hví kemur ein so við eini so skakandi yvirskrift? Jú tað er fyri at lýsa ta gongd, okkara búskapur hevur í løtuni.


Kína fólki eftir hárinum

Ein regla, ið ofta verður nýtt í politikki, er at ein skal siga tað, ið fólk vilja hoyra. Hetta er ein regla, sum livibreyðs-politikarar nýta, og tað er júst tað, vit eru vitni til í hesum døgum.

Tað er nógv ferð á føroyska búskapinum, tó ikki nóg nógv, heldur onkur, eitt nú Óli Breckmann, sum vil hava skattalætta, tí hann sigur seg vera borgarligan.

Møsn! Tað at vera borgarligur, hevur einki við skatt at gera, men er at vísa ábyrgd, fyrst fyri sær sjálvum, og síðani fyri næstanum. - Ikki tí - hann hevur samgonguskjalið aftanfyri seg.

At lækka skattin nú, er at vísa ábyrgdarloysi.

Tjóðveldismenn eru í hesum døgum bangnir fyri at siga nakað sum helst, ið ikki er sum søtur hunangur. Teir ætla sær jú at vinna fólkaatkvøðuna, kosta hvat tað kosta vil. Búskaparpolitikkurin má bíða, til vit hava loyst, meina teir, tí ikki fyrr enn tá hava vit fulla ábyrgd -.

At Føroya fólk ikki vaknar! Men tað er jú so gott, tá ið eingin sigur nakað, sum er keðiligt at hoyra.


Hvat er so at gera

Tað lættasta, ið ein kann gera, er at átala, uttan at koma við nøkrum sjálvur. Tað sum eg meini, at ein kann gera, fyri at minka um ferðina á búskapinum, er til dømis at innføra tvungna samansparing.

Hert hugsi eg um tey, sum hava eina inntøku omanfyri kr. 250.000,- um árið. Tað hevði verið gott fyri føroyska búskapin, um hesi rindaðu eini 2 ella 3 prosent í samansparing. Peningin kundu tey hóskandi fingið aftur um eini 4-5 ár, tá ið eingin olja framvegis er funnin.


Jóhan Petur Johannesen

2. formaður

í Unga Samband