- Eingin okkara veit, hvat er áhugavert í framtíðini. Flestu halda, at teirra gerandisdagur ikki er serliga hendingaríkur, men um 100 ár kann tað vera áhugavert at lesa um hvussu ting vóru í 2016.
Orðini eiga Heiðrún Hödd Guðmundsdóttir og Sofía Olsen, ið til dagliga starvast á Landsbókasavninum, har tær millum annað arbeiða við heimasíðuni handrit.fo, ið er eitt savn á netinum, har fólk kunnu leita í gomlum skjølum og handritum.
Tær báðar heita á fólk, um ikki at tveita brøv og dagbøkur burtur, men heldur lata tað til Landsbókasavnið.
- Onkur heldur kanska, at øll brøvini, ið omman teirra hevur sent teimum um sín gerandisdag ella uppaling av børnum eru virðisleys, men fyri onnur kann tað hava stórt virði. Tí fyri framtíðina er tað týdningarmikið at lesa um okkara samtíð.
Í Sosialinum, ið er borin út til hvørt húski í landinum, ber til at lesa eina longri grein, har Heiðrún Hödd Guðmundsdóttir og Sofía Olsen greiða frá verkætlanini og hví tað er týdningarmikið at varðveita søguligar tekstir.