?Eingin norðmaður er til,? er í okkara tíð avloyst av at ?eingin føroyingur er til.??
Orðini eigur Jørgen-Frantz Jacobsen og hann skrivaði tey í 1927, tá ið føroyskt sjálvstýrisstríð eisini var hart, í bók síni Danmark og Føroyar, sum enn er verd at lesa. Eisini sum blaðmaður á danska dagblaðnum Politiken royndi Jørgen-Frantz Jacobsen - sum hevði fylt 100 ár 29. november í ár - at fáa Danmark at skilja, at so leingi sum Danmark ikki vildi viðurkenna føroyingar tjóðskaparliga, so leingi fóru viðurskiftini landanna millum at vera eitt problem. Hann bendir danskarum á, at Føroyar tjóðskaparliga hava aldri verið, eru ikki og verða helst ongantíð danskar, men ?Hetta gera danir s?r ikki greitt. Teir halda seg til amtið og ta felags grundlógina og hyggja alt tað teir eru mentir burtur frá søguliga og tjóðskaparliga fremmandaskapi Føroya.?
Tjúgu ár eftir at Jørgen-Frantz skrivaði hetta, varð úrslitið av fólkaatkvøðuni sópað av borðinum og Heimastýrislógin ásett, samtykt av sambandsveinginum og pørtum av sjálvstýrisveinginum sum nøgtandi fyri føroysk tjóðskaparlig krøv, við tað at lógin varð tulkað sum viðurkenning av føoyingum sum serstakari tjóð við egnum r?ttindum. Nú er henda tulking fyrstu ferð í reinum orðum opinlýst vrakað av Danmark: Nyrop hevur sligið fast, at Danmark viðurkennir ikki Føroyar sum fólkar?ttarligan part; hildið verður fyri: eingin føroyingur er til. Hetta kastar nýtt ljós á hendingarnar seinasta árið. Føroyska samráðingarnevndin hevur hetta seinasta árið fleiri ferðir verið illa viðfarin í Danmark. Tað hevur pínt allar føroyingar. Hetta er tó als ikki nýtt, í kreppuárunum, tá ið Marita Petersen løgmaður var í Danmark til samráðingar meira enn eina ferð, upplivdu vit tað sama. Aftan á eina av ferðunum staðfesti hon, djarvliga, ?rliga og beiskliga, at samráðingarnar sokallaðu vóru harraboð, at hon ongantíð kendi seg virda og viðfarna sum javnlíka mótpartsins.
Hetta er danska tulkingin av føroyskum tjóðskapi: at hann er ikki til. Men tað kann henda, at núráðandi danskir politikarar fara at uppdaga, at føroyingar sanniliga eru til.
Turið Sigurðardóttir