Rokið í Svenska-akademinum fær nú avleiðingar fyri handanina av Nobel-virðislønum. Í tíðindaskrivi í morgun kunngerð Svenska-akademiið, at ongin virðisløn verður latin innan bókmentir í ár. Í staðin verður móttakarin av virðislønini fyri 2018 kunngjørd til handanina av virðislønina í 2019. Tað boðar Svenska-akademiið frá í tíðindaskrivi í morgun.
Í tíðindaskrivinum vísir akademiið á, at talan ikki er um ein fremmandan leist, tí hetta er gjørt fimm ferðir áður í søguni hjá akademinum.
Ófriður hevur valdað í Svenska-akademinum seinastu mánaðirnar, eftir at fleiri kvinnur hava ákært mannin hjá einum av limunum í akademinum fyri at kynsligan ágang. Í kjalarvørrinum av ákærunum hava átta út av átjan limunum í akademinum lagt frá sær.
Í tíðindaskrivinum nevnir akademiið eisini rokið, ið hevur verið, og ásannar at neyðugt er at endurreisa álitið á stovninum millum manna, áðrenn ein virðisløn verður latin.
- Virkandi limirnir í svenska akademinum eru greiðir yvir, at verandi álitiskreppa setir høg krøv til langtíðar og veruligar broytingar. Vit meta tað er neyðugt at brúka tíð at endurvinna almenna álitið til akademiið áðrenn næsti móttakarin verður kunngjørdur. Tað verður gjørt av virðing fyri komandi og fyrrverandi móttakarum av bókmentavirðislønini, Nobel-stovninum og almenninginum, sigur Anders Olsson, fyribils aðalskrivari hjá akademinum.









