Politiski fylgibólkurin, sum hevur sitið í samband við tilmælið um sjúkrahúsverkið, hevur verið á fundi í dag saman við sjúkrahúsleiðslunum.
Djóni N. Joensen, limur í politiska fylgibólkinum sigur, at fylgibólkurin er samdur í stórum parti av tilmælinum, men tað er enn ósemja um leiðslustrukturin, ið leggur upp til okkurt slag av felags leiðslu á sjúkrahúsunum.
Endamálið við fundinum var at fáa lýst frá leiðslunum á sjúkrahúsunum, hvat teirra hugsan var.
- Vit ætlaðu ikki at koma til nakra niðurstøðu á fundunum, men meira at fáa lýst hvussu støðan er. Støðan er enn tann sama sum hon hevur verið. Politikkarar frá økjunum vilja ikki hava teirra leiðslu niðurlagdar.
Nú skal landsstýriskvinnan taka eina avgerð um hvat hon vil bera niðan í tingið viðvíkjandi tilmælinum um sjúkrahúsini.
Ronnie Midjord, stjóri á Suðuroyar Sjúkrahúsið, hevur fyrr sagt, at tað skilabesta hevði verið at lagt leiðslurnar saman.