Kanningarnar hjá løgregluni av eldsbrunanum umborð á Athenu eru nú lidnar, men enn fyriliggur eingin niðurstøða um orsøkina til eldin. Tað sigur fútin, Karen Marie Olesen, í tíðindaskrivi, sum júst er komið. Í stuttum tíðindaskrivi upplýsir fútin í kvøld, at kanningarnar hjá løgregluni av eldinum umborð á Athenu nú eru lidnar.
- Enn fyriliggur tó eingin niðurstøða um orsøkina til eldsbrunan, sigur Karen Marie Olesen, sum leggur aftrat, at skipið framvegis er avbyrgt fyri óviðkomandi.
Seinnapartin í dag visti Kringvarpið at siga, at kriminalløgregla og serfrøðingar úr Danmark hava kannað eldsbrunan á Athenu.
- Eldurin í Athenu kyknaði á dekki eitt har frammi í skipinum, har sum arbeitt varð við at bjálva við skúmi. Men hví eldur kom í, er ikki greitt enn, sigur Kringvarpið.
Lagt verður aftrat, at kriminalløgreglan hevur saman við serfrøðingum úr Danmark gjørt kanningar umborð á vrakinum, og fólk eru avhoyrd.
Bergleif Brimvík, kanningarleiðari, sigur, at arbeiðsljós vórðu brúkt í sambandi við arbeiðið, men at ljósini fingu streym úr landi, og tey góvu ikki sterkan hita frá sær.
- Tveir danskir handverkarar fingust við at bjálva hetta sunnukvøldið. Annar var farin í land eitt ørindi. Hin skuldi skifta filtrið í andlitsmaskuni, og fór tí okkurt um 10 metrar burtur frá arbeiðsstaðnum. Tá hann tekur maskuna av, luktar hann royk. Tá er eldur í á arbeiðsstaðnum, skrivar Kringvarpið.
Tveir vaktarmenn vóru eisini umborð, ein russiskur maskinmeistari og ein føroyingur.
- Eldurin hesaferð kyknaði á sama øki og á sama dekki sum næstseinast, eldur var í Athenu. Tað var síðst í oktober í fjør. Tá var el-skipanin orsøkin til eldin, skrivar Kringvarpið.