Eingin niðurflyting úr 1. og 2. deild

Avgerðin um at tvangsniðurflyta Royn og VB/Sumba úr 1. deild, hevur við sær, at botnliðini í aðru deild nú kunnu anda nakað lættari. Tey bæði liðini, sum nú verða flutt niður, verða nevnliga koyrd heilt úr kappingarhøpi, soleiðis at tey noyðast at byrja á berum í 3. deild, um feløgini verða teknað til aftur komandi kappingarár.
Tað ber so við sær, at einki lið kemur úr 1. í 2. deild, men og tí ber illa til at flyta nakað lið niður úr 2. deild.
Soleiðis er longu nú greitt, hvussu 2. deild sær út komandi kappingarár. Upp í aðru deild flyta NSÍ og B36, meðan B36 og FS Vágar 2004 fáa nýtt umboð í deildini.