Við hesum er greitt, at VB ikki flytur niður úr Sunset-deildini, sum í staðin kann víðkast í upp til átta lið. Nýggju liðini verða her Kyndil og Sóljan.
Og eisini Atlantic Airways-deildin verður víðkað. Har verður Team Klaksvík sjeynda liðið komandi kappingarár.
Hondbóltssambandið hevur nú sett ein arbeiðsbólk,sum skal arbeiða við at endurskoða kappingarleistin og koma við møguligum uppskoti um framtíðarleist. Í arbeiðsbólkin eru Ingi Olsen, Jógvan Martin Mørk, Justinus Justinussen, Hallur Danielsen, Jens Sivar Djurhuus og Anna Rein, sum er skrivari.